Summarferia í Altea Spania 9. Partur - í 4 vikur :o)

Leygarkvøld 25 juli, sama góða veðri. 30 gr so at siga hvønn dag á altanuni, men oftani heitari í inni í býnum
   

Pizza4u er ikki so gali, góðar pizza :o)                                                                                 Og so ein Mojiti ( aftur )
   

                                                                                                                                          Inglish Breakfast á La Terraza :o)
   

Smakkar bara væl á La Terraza                                                                                         Tá man lesur so nógvar bøkur sum eg, má man verða vælútgjørdur :o)
   

Avslappning í poolinum
   

Uff uff aftur út at eta :o)
   

Sunnukvøld og okkara síðsta kvøld her í Altea, í morgin gongur leiðin til Barcelona, verða har í 2 dagar
   

Mánamorgun og kósin er sett inn í iPhonina                Vit høvdu bara eina stutta pausu tá vit høvdu koyrt í 2½ tímar
   

So eru vit komin á hotelli Barcelona Airport Hotel                                                               Flottir bilar í kjallaranum :o)
   

Góður poolur, men eingin sól
   

Innan er hotelli flott
   

   

Yes vit høvdu alt venjingarhøli fyri okkum sjálvi
   

   

Mánakvøldi vóru vit við poolin eina løtu
   

   

Hotelli liggur ikki so væl fyri, tað er ikki nær við býin og ongar matstovur beint við, so vit ótu á hotellinum
   

Góður matur                                                                                                                      Týsmorgun og morgunmatur
   

Vit eru á veg inn á Rambla´ina í Barcelona. 25 min við Shuttle Bussinum. Kostaði 12 € pr persón tur/retur
   

Ein stórur kirkjugarður í Barcelona
   

So eru vit beint við La Rambla her er tað statuan við Christoffer Columbus
   

Nógvir flottir bygningar framvið La Rambla                                                                         Eitt mega stórt centur El Corte Inglés     

Nógvar hæddir                                                                                 Júst tá vit gingu her mitt í Rambla´ini, vóru skotbardagar. Vit vóru bara kanska 100 metrar frá. Tað vrimlaði við
                                                                                                        væl-vopnaðum polistum, skotbúnum og stórum maskinbyrsum. Teir runnu um beinini hjá okkum, haldi tað vóru
                                                                                                        meira enn 100 politistar, 10 stórar ambulansir, mega nógvir vælbrynjaðir politibilar (salatfat og bilar )
                                                                                                        DR.DK skrivar    Nakrar myndir     El Pais skrivar  
   

Vit fóru bara mótsatta veg fyri ikki at koma ov nær. Vit ætlaðu at ganga til Sagrada Familia ein kirkja, sum tey byrjaðu uppá í 1866 og vantandi verður hon liðug um einar 20-25 ár :o)
   

Sagrada Familia, sum Antoni Gaudí hevur teknað         Filmur sum vit tóku og hava lagt út á Youtube

   

   

   

   

   

   

Gudmundur og Messi :o)                                                                   Allar troyggjurnar síðan 1982
   

   

Hendan dystin vóru vit til í 2011 á Camp Nou í Barcelona, tað kvøldi spældi Barcelona og Real Madrid, Barca vann 3-2. Tað var eitt fantastiskt upplivilsi :o)

So eru vit á veg aftur yvir á La Rambla, tók ½ tíma at ganga frá Rambla´ini til Kirkjuna
   

Hettar er eitt ríkmannahús Casa Batlló , sum Antoni Gaudi hevur teknað
   

   

   

Vit møttu eisini einum ódjóri her í Barca
   

   

   

So bíða vit eftir bussinum aftur, vit fóru til La Rambla kl 13 og heim á hotelli aftir kl 20:30. Man kundi sagtans verði nógvar tímar afturat, har eru flottir Catedralar, sum vit ikki náddu
   

Aftur á hotellinum                                                                                                               Morgunmatur
   

Mikumorgun 29 juli kl 10:00 og vit tjekka út. Vit skulu flúgva kl 13:20
   

Tað tók bara 3 min at koyra til Aeropuerto de Barcelona El Prat
   

Vit standa í kø til tjekk inn. Vit høvdu ein sera góðan túr heim, 3 tímar og 20 min
   

Eydna og Bartal hava koyrt Jákup og damuna á flogvøllin, so vit sloppu suður við teimum :o)
       

Í Maritugøtu aftur. Maibritt og tey vóru so fitt at koma við Bobby, sum tey hava passa allar 4 vikurnar :o)
       

Ein fínur túrur í Altea :o)